- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fasti gerðarrættur hevur úrskurðarfund í morgin
Fasti gerðarrættur hevur úrskurðarfund í morgin
Sjúkrarøktarfrøðingafelagið vil hava Fíggarmálaráðið at viðurkenna, at frítíð, arbeiði og vaktararbeiði halgidagar skal telja við í norminum

Fasti gerðarrættur fekk kæruritið frá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum 2. november í 2023.
19.06.2025 - 11:13
Í morgin hevur Fasti gerðarrættur úrskurðarfund um ósemju millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Sjúkrarøktarfrøðingafelagið vil hava Fíggarmálaráðið at viðurkenna, at frítíð, arbeiði og vaktararbeiði halgidagar skal telja við í norminum.
Felagið sigur, at ráðið breyt sáttmálan millum partarnar - sáttmálan, sum fór úr gildi 1. januar 2023.
Málið er frá 2023.
Fasti gerðarrættur fekk kæruritið frá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum 2. november í 2023.
Úrskurðarfundurin verður í skúlastovuni í ALS-húsinum í morgin ári klokkan níggju, og hann er almennur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV