Hóttir við at strika kapitalfeløg

Hóttir við at strika kapitalfeløg
Feløg rinda ikki ársgjaldið, og tað kann í ringasta føri hava við sær, at tey verða send Skiftirættinum til tvingilsavtøku
Avgerð hjá Skrásetingini um at senda kapitalfelag í Skiftirættin til tvingsilsavtøku kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
 
18.06.2025 - 08:29

Skrásetingin hóttir nú við at strika kapitalfeløg, sum ikki rinda ársgjaldið rættstundis.

Skrásetingin fer í næstum at senda feløgum, sum skylda ársgjald, boð við eini freist til at fáa hesi viðurskifti í rættlag. 

Fær felagið ikki síni viðurskifti í rættlag, verður tað sent Skiftirættinum til tvingsilsavtøku.

Øll kapitalfeløg, tað eru partafeløg, smápartafeløg og íverksetarafeløg, skulu rinda ársgjald, sum er 1.200 kr. hjá partafeløgum, og 700 kr. hjá hinum.

Tá vinnufelagalógin var broytt, vóru heimildirnar hjá Skrásetingini at heita á Skiftirættin um at taka av kapitalfeløg víðkaðar. 

Avgerð hjá Skrásetingini um at senda kapitalfelag í Skiftirættin til tvingsilsavtøku kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815