- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framtak 21 milliónir í vinningi eftir skatt
Framtak 21 milliónir í vinningi eftir skatt
Felagið leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir krónur

Ben Arabo er stjóri í Framtaki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
18.06.2025 - 08:43
Framtak hevði 21,4 mió kr. í vinningi eftir skatt í fjør.
Í 2023 var vinningurin 14,1 millión.
Framtak átti við ársenda 2024 partapening í og/ella hevur latið lán til 19 føroyskar fyritøkur.
Framtak gjørdi nýggja íløgu í eitt felag í fjør og hækkaði kapitalin í fýra feløgum.
Íløgur fyri 10 mió. um árið
Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir krónur.
Hetta eydnaðist í fjør.
Eginognin hjá Framtaki er 100,7 mió. krónur.
Fíggjarstøðan javnvigar við 138,9 mió. kr.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV