Hetta er stórt fyri meg og matstovuna

Hetta er stórt fyri meg og matstovuna
Tað sigur Poul Andrias Ziska eftir at PAZ, nýggja matstova hansara, fekk tvær Michelin-stjørnur í gjár. Bíleggingarnar til PAZ eru longu fleiri í tali
Poul Andrias Ziska í Michelin-matstovuni PAZ
Mynd: Bárður Lydersen  
 
17.06.2025 - 10:49

- Kenslan er góð, sera góð. Men tað er framvegis eitt sindur ringt at trúgva hesum. Vit vistu, at vit fóru at fáa ein heiður, men at fara beint upp á tvær Michelin-stjørnur, tað høvdu vit ikki væntað.

Tað sigur Poul Andrias Ziska høvuðskokkur á PAZ, sum hann eigur saman við Leivi Samuelsen, eftir at PAZ fekk tvær stjørnur, tá Michelinguidin í gjár handaði Michelinstjørnur til norðurlendskar matstovur.

PAZ lat upp fyri góðum tveimum mánaðum síðani - fyrst í april. Tí hevur tað gingið óvanliga skjótt at fáa tvær Michelinstjørnur:

- Vit høvdu sum mál at fáa eina stjørnu einaferð, men eru ovfarin av, at tað gekk so skjótt. Hetta er ein viðurkenning av PAZ, og so spælir tað helst eisini inn, at eg saman við Koks havi fingið tvær Michelin-stjørnur fyrr, sigur Poul Andrias.

Koks fekk sína fystu Michelin-stjørnu í 2017, ta næstu í februar 2019, og Koks varðveitti hesar í 2021 og í Grønlandi í 2023. Á vári 2024 misti Koks sínar stjørnur og fór úr Michelinguidini, tí Koks ikki hevði fasta staðseting.

Í PAZ hava tey eina matskrá við 16 rættum, har føroyskar rávørur og siðaarvur eru í miðdeplinum í eini nýmótans uppliving. Pláss er fyri 36 fólkum, tá tað er fult, og matskráin kostar 1800 krónur og vínskráin 1400.

 

Stjørnurnar hava stóran týdning
Poul Andrias vísir á, at Michelin-stjørnurnar hava stóran týdning bæði fyri hann persónliga og matstovuna:

- Tað sæst longu nú, dagin eftir handanina, at fleiri bíleggja sær borð á matstovuni, og eisini skapar heiðurin áhuga hjá dugnaligum fólki fyri at arbeiða á matstovuni. So Michelin-stjørnurnar hava bæði fíggjarligan týdning og er ein stór motiavtión fyri okkum, sum reka og arbeiða á matstovuni, sigur Poul Andrias.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands fegnast um heiðurin, tí tað hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, at ein føroysk matstovu nú aftur hevur tvær Michelin-stjørnur. Poul Andrias vónar eisini, at útlendingar fara at ferðast hendan vegin fyri at eta á matstovuni.
 

Átta danskar matstovur fingu tvær Michelin-stjørnur

Á handanini í Annebjerg Kulturpark í Odsherred í gjár, fingu samanlagt 38 danskar matstovur 52 Michelinstjørnur. 27 matstovur fingu eina stjørnu, 8 matstovur fingu tvær stjørnur og tríggjar matstovur fingu tríggjar stjørnur.

Hesar matstovurnar fingu tvær Michelinstjørnur:

* Alchemist, Keypmannahavn.
* Aoc, Keypmannahavn
* Frederikshøj, Aarhus.
* Henne Kirkeby Kro, Henne.
* Kadeau Copenhagen, Keypmannahavn
* Koan, Keypmannahavn
* Kong Hans Kælder, Keypmannahavn
* Paz, Tórshavn

Hesar matstovurnar fingu tríggjar stjørnur:

* Geranium, Keypmannahavn
* Noma, Keypmannahavn
* Jordnær, Gentofte.

 

1749224

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Hósdag 17. juli
Morgunlestur hósdagur 17.juli 2025
194088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. juli
Veðrið
194682
Fríggjadag 18. juli
Greta Svabo í løtuni á G!
194678
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579