Á Breddanum: Tung bústaðarbyrða hjá teimum ungu

Á Breddanum: Tung bústaðarbyrða hjá teimum ungu
Sendingin í dag varpar ljós á gongdina, og orðaskifti verður í útvarpsstovuni millum fýra ungar politikarar
Tess yngri, tú ert, tess torførari verður at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.06.2025 - 09:29

Bústaðarbyrðan er tyngri hjá alsamt fleiri, vísir nýggj fíggjarlig greining.

Trupulleikin rakar serliga tey, ið eru undir 45 ár.

Sagt við øðrum orðum: Tess yngri, tú ert, tess torførari verður at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. 

Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á hesa gongdina, og so spyrja vit eisini okkara ungu politikarar, hvussu henda avbjóðingin skal loysast. 

Í útvarpsstovuni vera Hervør Pállsdóttir í Tjóðveldi, Ingilín D. Strøm í Javnaðarflokkinum, Steffan Klein Poulsen í Miðflokkinum og Beinir Johannesen í Fólkaflokkinum.

Breddin í KvF klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337