- Tíðindi, mentan og ítróttur
Væleydnaður Countryfestivalur við góðum høvuðsnavni

Tólvti Country- og bluesfestivalurin var í Sørvági um vikuskiftið, og hann var væleydnaður, heldur Ingi Samuelsen, sum tók samanum festivalin í sendingini Summarmorgni.
Ingi Samuelsen er serliga fegin um høvuðsnavnið Chapel Hart, sum er countrybólkur úr Mississippi í USA við systrunum Danica Hart og Devynn Hart og syskinabarni teirra Trea Swindle á odda. Í juli 2022 kappaðust tær í America's Got Talent. Framførslan hjá teimum av "You Can Have Him Jolene", sum er ein svarsangur til "Jolene" hjá Dolly Parton, var vælumtókt av dómarunum. Tað var aðru ferð í søguni hjá røðini, at allir fýra dómarar góvu einum bólki gull knøttin. Bólkurin riggaði eisini sera væl á Countryfestivalinum, heldur Ingi Samuelsen:
- Tað er fyrstu ferð, at Sørvágs Country- og bluesfestvialur hevur havt eitt veruligt høvuðsnavn úr USA. Chapel Hart er ordiliga á veg uppeftir, spælir bæði tøkuløg og egin løg, og so er tað hugfarsligt at síggja tríggjar, afro-amerikanska kvinnur við stórum sjálvsáliti og girlpower syngja coyntrytónleik. Tað riggaði sera væl, heldur Ingi.
Hitt útlendska høvuðsnavnið var Nathan Carter, sum eisini framførdi á festivalinum í fjør. Fyriskipararnir hava síðani fingið so nógvar áheitanir frá fólki, og teir máttu hava hann við aftur í ár. Nathan Carter er 35 ár, úr Bretlandi men við írskum røtum. Hann hevur latið úr hondum 13 studioútgávur, og spælir eina blanding av country og írskum fólkatónleiki. Ingi Samuelsen dámdi eisini væl hansara framførslu, sum er sera professionel og undirhaldandi:
- Nathan Carter er sera frískur, dugir væl at framføra og hevur nógvar góðar sangir, tó at eg saknaði meira av írska fólkatónleikinum.
Ingi Samuelsen heldur eisini, at tey føroysku nøvnini vóru góð, hóast tey ikki altíð geva eina nýggja tónleikaliga uppliving:
- Fólk koma eisini á festivalin fyri at hoyra tann góða og vælkenda føroyska tónleikin. Tað er ein partur andanum hjá festivalinum, og gevur nakað heilt annað, sigur Ingi.
Hann tekur fram Torfríð Tausen sum eitt av teimum heilt góðu føroysku nøvnunum:
- Hon syngur knasandi væl, og hevði í ár sera góðar tónleikarar aftrat sær. So hana burdu vit hoyrt enn meira til, heldur Ingi Samuelsen.
Ingi Samuelsen heldur eisini, at kampingøkið og festivaløkið verður alsamt betri. Eitt nú er Dansistovan eitt sera gott stað at kunna fara inn í at keypa sær ein bita og práta. Hann vísur eisini á, at Countruyfestivalurin vaksur støðugt, og tað merkist, tí tað er trongri frammanfyri pallunum.