- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður 75 ár á baki

Í dag, tann 15. juni, eru 75 ár liðin, síðan Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður í Havn lat dyrnar upp í hølunum, sum barnagarðurin framvegis heldur til í á krossinum Fr. Petersens gøtu og Jóannes Paturssonar gøtu.
Verandi barnagarður er ein av teimum allar elstu í landinum, men hóast hann er farin væl og virðiliga um “pensjónsaldur”, er hann enn sum áður ein góður barnagarður.
Søgan um barnagarðin hjá KFUM er kortini væl eldri enn tey 75 árini, sum stovnurin nú hátíðarheldur, tí tað var longu í 1934, 16 ár frammanundan, at Jens Christiansen, sum var KFUM-skrivari tá, hevði fingið í lag at stovna ein barnagarð í høvuðsstaðnum.
Og 13 ár seinni, í 1947, varð á almennum fundi í Meinigheitshúsinum í Havn gjørt av at seta eina nevnd, sum skuldi reka barnagarðin. Stýrið skuldi veljast soleiðis, at ein limur umboðaði KFUM og ein KFUK, nevndin fyri Meinigheitshúsið fekk ein lim og kirkjuráðið ein og so fekk Tórshavnar býráð ein og foreldrini at børnum í barnagarðinum fingu tveir limir.
Afturat hesum var sóknarpresturin fastur limur og hesi átta skuldu so velja ein lækna í stýrið, sum so var tann níggjundi limurin,
“Barnagoymsla” byrjaði væl fyrr
Í dag er eingin, sum hugsar um, at børn skulu í barnagarð. Og hóast tey flestu okkara kanska hava hug at halda, at hetta er eitt nýggjari fyribrigdi her um okkara vegir, so er tað ikki heilt so.
Í grein í Dimmalætting frá 10. juni 2000, í vikuni áðrenn barnagarðurin hátíðarheldur 50 ára stovningardagin, endurgevur Pól á Kletti, ritstjóri á Viðskeranum, sum vikuskiftisinnleggið hjá blaðnum tá kallaðist, Føringatíðindi frá mars 1892, har greitt verður frá, at “barnagoymslan” í Havn nú er komin í rættlag.
“Foreldur, sum hava útiarbeiði og ikki hava nakran til at ansa efgtir børnunum, kunnu frá kl. 7 um morgunin til klokkan 7 um kvøldið fáa børnini væl eftiransað. Goymslan er fyri børn, sum hava fylt 3 ár, og sum ikki eru meira enn 7 ára gomul. Eingin man ivast í, at tað er góður lætti fyri mammurnar at kunna senda børnini til eitt hús, har tey verða varðveitt av góðum fólki, og at hetta verk, tí má haldast at vera bæði vakurt og gagnligt.
Tað er nokk einki at siga til, at fleiri funnust at orðavalinum, tí fólk hildu ikki orðið goymsla kundi brúkast um eitt stað, har børn vórðu ansað, men tað var heitið hjá barnagarðinum fyrstu tíðina.
Dagurin verður hildin í morgin
Barnagarðurin, sum nevndin fyri Meinigheitshúsið og KFUM settu á stovn í síni tíð, var – og er framvegis – ein sjálvsognarstovnur.
Hann verður enn sum áður stýrdur av einari nýggjumannanevnd, sum næstan fult og heilt er sett saman sum hon upprunaliga var í 1947, bara onkur smávegis broyting er hend.
Tá stovnurin lat upp var ikki alt brúkt til barnagarð. Onnur leigaðu seg inn, til dømis leigaði bókasavnið loftið og vevskúlin kjallaran. Men seinast í sjeytiárunum varð loftið innrættað til barnagarð og tað arbeiðið var liðugt í 1979.
Miðskeiðis í sekstiárunum vóru millum 24 og 28 børn í hvørjari stovu, men heilt so nógv eru tey ikki nú. Um enn samlaða barnatalið er hægri nú.
Í dag er pláss til 51 børn í teimum trimum stovunum; vøggustovan hevur pláss fyri 16 børnum í aldrinum 0-2 ár, og barnagarðstovurnar báðar hava pláss fyri 16 og 20 børnum í aldrinum frá trý til sjey ár.
75 ára dagurin verður hátíðarhildin, men ikki í dag sjálvan “føðingardagin”. Ístaðin verður dagurin hildin í morgin, mánadagin 16. juni.