- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun skal spæla Champions League finalu
Hákun skal spæla Champions League finalu
Føroyski landsliðsvongurin, Hákun West av Teigum, og liðfelagar hansara í Füchse Berlin, hava spælt seg í Champions League finaluna

Hákun West av Teigum, sum er nummar 34, fegnast saman við liðnum.
Mynd: Leon Kuegeler/Reuters/Ritzau Scanpix
14.06.2025 - 18:17
Føroyski landsliðsvongurin, Hákun West av Teigum, og liðfelagar hansara í Füchse Berlin, hava spælt seg í Champions League finaluna.
Tað gjørdu teir, tá teir vunnu við 10 málum móti franska felagnum Nantes í týska býnum Köln, har finaluumfarið í Champions League verður hildið.
Føroyingurin hevði tvey skot í dystinum og skoraði upp á bæði.
Hákun West av Teigum er fyrsti føroyingur sum skal spæla í einari Champions League finalu.
Mótstøðuliðið hjá Füchse Berlin í finaluni verður antin Barcelona ella Magdeburg, sum spæla beint nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV