- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skuldu gevast at arbeiða í stundini - loyvini vóru ikki í lagi

Fimm útlendingar vóru bidnir um at gevast at arbeiða í stundini, tá Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og politiið høvdu eftirlit á arbeiðsplássum í gjár.
Tey vóru biðin um at gevast, tí tey høvdu ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi, sigur politiið.
Eftirlitið var hjá millum annað byggifeløgum, alibrúkum, handlum, gistingarhúsum og matstovum.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og politiið gjørdu í 2019 samstarvsavtalu um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu avdúka sosiala dumping, eins og gjørt verður í hinum Norðurlondunum.
Dentur verður lagdur á at kanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og umhvørvi.
Endamálið er at hava minst fýra slík eftirlitstiltøk um árið.