
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ampa av øktari ferðslu á flogvøllinum
Hava ampa av øktari ferðslu á flogvøllinum
Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fegnast um, at farstøðin verður útbygd, men stórar avbjóðingar verða við ferðsluni

Ferðafólkatalið á flogvøllinum fer at vaksa munandi, tá farstøðin er útbygd.
Mynd: SMJ
11.06.2025 - 12:20
Neyðugt er at bøta ferðslutrygdina, nú væntast kann, at nógv fleiri ferðafólk fara at koyra gjøgnum Vága kommunu til og frá flogvøllinum.
Tað sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.
Í løtuni koma og fara umleið 450.000 fólk um flogvøllin um árið, men um 15-20 ár verður ferðafólkatalið ein millión. (Mynd: SMJ)
Farstøðin á flogvøllinum skal útbyggjast, og um eini 15-20 ár koma og fara ein millión ferðafólk um flogvøllin. Í løtuni er ferðafólkatalið umleið 450.000.
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu.
Bjarni Prior sigur, at hann fegnast um, at farstøðin verður útbygd, men tað skapar avbjóðingar í ferðsluni gjøgnum Vága kommunu, og tær mugu loysast.
Tey hava longu sum er ampa av nógvu ferðsluni í kommununi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
11062025_Vaga_floghavn
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV