- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hákun ein sigur frá týska meistaraheitinum

Hákun West av Teigum skeyt fimm mál, tá Füchse Berlin vann 45-35 á Gummersbach í gjár og fór framum Magdeburg og upp á 1. plássið í týsku Bundesliguni.
Eydnast tað at vinna á Rhein-Neckar Löwen á útivølli í síðsta umfari sunnudagin er Füchse Berlin meistari fyri fyrstu ferð. Um Magdeburg ikki vinnur, er úrslitið undir øllum umstøðum hitt sama.
Føroyski vongurin skeyt tvey mál fyri steðgin og trý í seinna hálvleiki í Max-Schmeling-leikhøllini, har heimaliðið setti fulla ferð á álopsmaskinuna við Mathiasi Gidsel á odda.
Longt sáttmálan
Hákun West av Teigum hevur spælt væl fyri Füchse Berlin hetta kappingarárið. Eftir at Hans Lindberg takkaði fyri seg síðsta summar, hevur føroyingurin verið fyrsta væl á høgra veingi, og um alt gongur væl, kann føroyski vongurin vinna bæði meistaraheitið og Champions League í ár.
Bæði spælarin og felagið tykjast vera væl nøgd við gongdina, tí í gjár kunngjørdi Füchse Berlin, at Hákun West av Teigum hevur longt sáttmálan til 2028.