
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein maður tikin aftrat í rúsevnismáli

Ein maður er tikin aftrat í málinum um teir 7,2 litrarnar av evninum 5F-MDMB-PINACA, sum verður brúkt til at gera rúsevni.
Maðurin, sum er 39 ár og dani, var tikin í Danmark fyri góðum tveimum vikum síðani.
Hann var varðhaldsfongsaður og er síðani fluttur í varðhaldið í Mjørkadali.
Maðurin er skuldsettur fyri at gera evnið klárt í Danmark.
Hann játtar seg ikki sekan.
Føroyingurin var tikin, tá hann var eftir einum bili, sum kom við Norrønu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Føroyingur tikin í fjør
Tann 17. juli í fjør bleiv ein tá 21 ára gamal føroyingur tikin, tá hann var eftir einum bili, sum kom við Norrønu, og er ákærdur fyri at hava staðið fyri smuglingini til Føroya.
Sambært ákæruritinum kunnu teir 7,2 litrarnir, sum vóru í sodavatnsblikkum, brúkast til at gera 21 kilo og 191 gramm av MDMA, ella fýra kilo og 450 gramm av kokaini, ella 18 kilo og 179 gramm av amfetamini.
Ungi maðurin er eisini ákærdur fyri hvítvask.
Í februar í fjør varð hann tikin á flogvøllinum við 35.000 krónum við sær, tá hann skuldi til Keypmannahavnar.
Politiið sigur, at pengarnir stava beinleiðis ella óbeinleiðis frá ólógligum virksemi.
Maðurin noktar seg sekan í báðum ákærum.
Í varðhaldi í Danmark
Ungi maðurin hevur sitið í varðhaldi, síðan hann var tikin, og er nú í varðhaldi í Danmark.
Føroya rættur skuldi viðgera mál hansara nú í vikuni. Men tað var útsett.
Ákæruvaldið ætlaði, at rætturin skuldi eisini viðgera málið hjá 39 ára gamla dananum, men verji hansara helt, at skotbráið var ov stutt.
Báðir menninir skulu í rættin í august.