- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á trillubøraferð í Norðanlondum

Framførslurnar, ið fara fram á bæði og donskum, eru søgur, ið eru knýttar í ein lættan musikalskan búna. Harumframt fáa børn ein bókling á konsertini, eins og ein verkstova eisini er knýtt at.
Tað eru danin Lone Wermblad og føroyingurin Bergur Fonsdal Johannesen, ið standa fyri, og tey hava verið á ferð í teimum flestu norðanlondunum við musikalsku trillubørini.
Tey hava longu havt fleiri framførslur í Føroyum í hesum umfarinum, men tvær eru eftir, tann fyrra í Salti á Drelnesi fríggjadagin og tann seinra á Reinsarinum í Havn sunnudagin. Harumframt hava tey eina aðra framførslu í Vágs kirkju leygardagin, sum nevnist Livets Lone.
Tú kanst hoyra samrøðuna við Lone og Berg her, samstundis sum tey eisini framføra tveir sangir í útvarpsstovuni.