
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangir úr mínum lívi: Nýggj útvarpsrøð fer av bakkastokki í dag kl. 17

Ein nýggj sendirøð í útvarpinum sær dagsins ljós í summar. Sangir úr mínum lívi er ein persónlig og innilig sending, har føroyskir tónleikarar greiða frá sangum, ið hava havt serligan týdning í teirra lívi og listarligu ferð.
Í hvørjari sending verður ein gestur boðin inn til eitt prát við ein av vertunum í Kringvarpinum. Har verður tosað um tónleik, lívsleið og kenslur – og um, hví júst hesi løgini hava fest seg í minnið ella ávirkað teirra listarliga arbeiði. Gesturin velur millum seks og átta løg, sum verða spæld og umrødd í sendingini.
Vertirnir skiftast um at standa fyri sendingunum, og hvør sending fær sítt egna dám, merkt av bæði verti og gesti. Talan er um ein útvarpsrøð, sum gevur lurtaranum innlit í, hvussu tónleikur bæði formar og fylgir okkum ígjøgnum lívið.
Ester Skála byrjar Sangir úr mínum lívi
Í dag klokkan 17 verður fyrsti parturin í nýggju útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi sendur í Kringvarpinum. Vertur í fyrsta partinum er Finnur Koba, sum fær vitjan av songkvinnuni Ester Skála. Í sendingini greiðir hon frá, hví hon hevur valt júst hesar sangir, og hvat teir merkja fyri hana – bæði sum listakvinnu og sum menniskja.
Um vit skulu lýsa Ester í stuttum, so er hon ein ung og sjálvstøðug listakvinna, sum longu hevur vakt ans í føroyska tónleikalívinum. Hon vann áhoyraravirðislønina hjá FMA í 2022 og hevur skrivað sangir, síðan hon var 13 ára gomul. Hon hevur eisini luttikið í Sement og framført á fleiri ymiskum tiltøkum og festivalum. Í summar er hon ein av teimum, ið fara at framføra á G! Festivalinum.
Tónleikur hevur altíð havt stóran leiklut í lívi hennara. Hon skrivar og framførir sín egna tónleik, ið er bæði einfaldur og vøkur. Innihaldið er kensluborið og snýr seg ofta um kærleika og gerandisligar støður í lívinum.
Í sendingini hjá Ester verða hesir sangir spældir og umrøddir:
White Nights – Oh Land
Carousel – Melanie Martinez
Headlock – Imogen Heap
Over the Love – Florence & the Machine
Dope – Lady Gaga
Amour Plastique – Videoclub