Georgia ímóti Føroyum: Stóru stjørnurnar fingið frí

Georgia ímóti Føroyum: Stóru stjørnurnar fingið frí
Khvicha Kvaratskhelia úr PSG, Georges Mikautadze úr Lyon og Giorgi Mamardashvili úr Liverpool hava allir fingið frí, nú Georgia og Føroyar spæla venjingardyst
Khvicha Kvaratskhelia leggur PSG á odda 4-0 ímóti Inter í Champions League-finaluni á Allianz Arena
Mynd: Kai Pfaffenbach/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.06.2025 - 11:03

Khvicha Kvaratskhelia hevur júst vunnið Champions League við Paris Saint-Germain, og málverjin Giorgi Mamardashvili skal undir sítt fyrsta kappingár í Liverpool, men hvørgin verður at síggja ímóti Føroyum á risastóra Dinamo Arena í Tblisi.

Tað verður Lyon-framherjin Georges Mikautadze heldur ikki. Franski venjarin, Willy Sagnol, hevur givið teimum frí, og tí verður tað eitt Georgia uttan tær heilt stóru stjørnurnar, sum føroyingar skulu royna seg ímóti í venjingardystinum seinnapartin.

 - Georgia er uttan fleiri fastar spælarar, men vit vænta ógvuliga sterka mótstøðu í morgin. Vit vildu í roynd og veru sloppið at spælt móti Kvaratskhelia og hinum, men nógvir aðrir dugnaligir eru við. Georgia hevur staðið seg ógvuliga væl seinastu árini – og spældu millum annað ógvuliga góðan álopsfótbólt í Nations League play-off dystunum móti Armenia í mars, segði landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein á tíðindafundi í gjár, sambært Portal.fo.

Tríggir spælarar hjá heimaliðnum spæla í georgisku kappingin, men annars spæla teir í øllum heraðshornum millum annað Týsklandi, USA, Danmark, Italia og annars ymsa staðni í Eysturevropa.

 

Georgiski hópurin:

Málverjar
Giorgi Loria (Omonia Aradippou, Kypros)
Davit Kereselidze (Dila Gori, Georgia)
Luka Gugeshashvili (Panserraikos, Grikkaland)

Verjuspælarar
Guram Giorbelidze (Erzurumspor, Turkaland)
Lasha Dvali (Apoel, Kypros)
Luka Lochoshvili (Salernitana, Italia)
Iva Gelashvili (Iberia 1999, Georgia)
Giorgi Gocholeishvili (FCK, Danmark)
Giorgi Gvelesiani (Persepolis, Iran)
Saba Kharebashvili (Dinamo Tblisi, Georgia)
Vladimer Mamuchashvili (Sheriff Tiraspol, Moldova)

Miðvallarar
Shota Nonikashvili (LNZ Cherkasy, Ukraina)
Anzor Mekvabishvili (Universitatea Craiova, Rumenia)
Sandro Altunashvili (Wolfsberger AC, Eysturríki)
Saba Lobjanidze (Atlanta United, USA)
Nika Kvekveskiri (Nyíregyháza, Ungarn)
Giorgi Beridze (Újpest, Ungarn)
Levan Shengelia (OFI Crete, Grikkaland)
Nika Gagnidze (Kolos Kovalivka, Ukraina)
Giorgi Guliashvili (FK Sarajevo, Bosnia Hersegovina)

Framherjar
Giorgi Kvilitaia (Aris Limassol, Kypros)
Davit Volkov (Zira, Aserbaijan)
Giorgi Gagua (Istra 1961, Kroatia)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. juli
Morgunlestur leygardagur 19.juli 2025
194090
Fríggjadag 18. juli
Radio Stjernekilde II - part 6
194670
Fríggjadag 18. juli
Praktikanturin: Bjarki Vang
194673
Fríggjadag 18. juli
RagnarRokk: Erica Stoltz um Heat Lightning
194126
Fríggjadag 18. juli
Morgunlestur fríggjadagur 18.juli 2025
194089
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. juli
Blue Giants Orkestar í løtuni á G!
194695
Fríggjadag 18. juli
Veðrið
194682
Fríggjadag 18. juli
Greta Svabo í løtuni á G!
194678
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619