Georgia - Føroyar: Poul Kallsberg fær fyrstu landsliðsminuttirnar

Georgia - Føroyar: Poul Kallsberg fær fyrstu landsliðsminuttirnar
Poul Kallsberg fær sín fyrsta landsdyst, og Gullbrandur Øregaard byrjar inni í uppstilling, har Eyðun Klakstein hevur blandað kortini væl
Poul Kallsberg fær sínar fyrstu landsliðsminuttir, meðan Petur Knudsen byrjar á beinkinum ímóti Georgia
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
05.06.2025 - 15:27

Poul  Kallsberg fær sín fyrsta landsdyst, tá Føroyar spæla ímóti Georgia í Tblisi seinnapartin.

Landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, hevur blandað kortini væl, og fleiri broytingar eru í byrjanaruppstillingini í mun til undanfarnu landsdystirnar.

Millum annað byrjar Gullbrandur Øregaard inni í føroysku miðverjuni, Daniel Johansen fær kjansin á vongbakkinum og Patrik Johannesen er fremsti maður.

 

Føroyska liðið:

Bárður á Reynatrøð; Daniel Johansen, Viljormur Davidsen, Gunnar Vatnhamar, Gullbrandur Øregaard, Jann Benjaminsen; Hanus Sørensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Noah Mneney, Poul Kallsberg; Patrik Johannesen.

Á bonkinum sita Mattias Lamhauge, Ari Petersen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen, Martin Agnarsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Adrian Justinussen, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð og Petur Knudsen.

Venjingardysturin millum Georgia og Føroyar verður spældur á risastóra Dinamo Arena í Tbilisi, og byrjar klokkan 17.00. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis í sjónvarpinum frá klokkan 16.50.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840