
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja kalsoyarferjan boðin út
Nýggja kalsoyarferjan boðin út
Ferjan, sum skal avloysa Sam, fer at taka 145 ferðafólk og 20 bilar

Nýggja kalsoyarferjan er longu boðin út.
Mynd: Ferryvolution
03.06.2025 - 13:03
Tvær nýggjar ferjur til flotan hjá Strandfaraskipum landsins eru liðugt projekteraðar.
Kalsoyarferjan, sum skal koma í staðin fyri Sam, er longu boðin út.
Jóhan Christiansen.
Hon skal taka 145 ferðafólk og 20 bilar.
Jóhan Christiansen er landsstýrismaður í samferðslumálum:
03062025_Johan_1
Nýggja ferjan til Svínoyar- og Fugloyarfarleiðina.(Mynd: Ferryvolution)
Hin ferjan kemur í staðin fyri Rituna, sum røkir farleiðina til Svínoyar og Fugloyar.
Hon skal taka tveir bilar og 75 ferðafólk, og verður boðin út seinni:
030362025_Johan_2
Skipasmiðjan MEST hevur projekterað báðar ferjurnar.
Tær hava framkomna útgerð - tvær síðuskrúvur og tvær cykloidar propellir- so tað verður høgligari at manurera í havnunum.
Sí eisini: Her eru nýggja Ritan og nýggi Sam hjá SSL
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV