Næstan fýra ferðir so nógv akfør í Sandoyartunlinum

Næstan fýra ferðir so nógv akfør í Sandoyartunlinum
Í mai var miðaltalið 1157 akfør um samdøgrið
Ferðslan í Sandoyartunlinum veksur støðugt.
 
03.06.2025 - 10:04

Talið hjá Sandoyartunlinum heldur fram at vaksa.

Í mai var miðaltalið 1157 akfør um samdøgrið.

Tað er næstan fýra ferðir so nógv, sum roknað var við, tá farið var undir tunnilin.

Í apríl var talið 1109.

Í hinum undirsjóvartunlunum var miðaltalið nøkur fá hundrað størri enn í apríl.

Tað var 6.687 í Eysturoyartunlinum, 4.700 í Norðoyatunlinum og miðaltalið var 3.429 í Vágatunlinum í mai.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815