- Tíðindi, mentan og ítróttur
40 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri samlegu við barn móti gjaldi

Ein maður fekk í Føroya rætti í dag 40 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava havt samlegu við barn yngri enn 15 ár, og at galda fyri tað.
Í februar í fjør hevði maðurin, sum er miðskeiðis í sekstiárunum, samlegu og annað kynsligt samband við eina tá 14 ára gamla gentu.
Á sosiala miðlinum Grindr bjóðaði hann gentuni túsund krónur fyri kynsligar tænastur.
Maðurin heintaði gentuna í býnum í Havn, og koyrdi hana heim til sín sjálvs, har hann gav henni 800 krónur. Síðani hevði hann samlegu við henni umframt annað kynsligt samband.
Segði seg vera 18 ár
Á samskiftinum millum ákærda og gentuna á Grindr sæst, at gentan segði manninum, at hon var 18 ára gomul. Og tað er ikki prógvað, at ákærdi visti, ella átti at vitað, at hon var yngri enn 18 ár.
Hóast hann í boðum til gentuna skrivaði: "Er tað heilt vist, at tú ert átjan?", er tað ikki prógvað, at hann visti, at hon var so ung.
Maðurin varð sostatt frídømdur fyri tilvitað at hava havt kynsligt samband við barn, men dømdur fyri í ósketni at hava havt kynsligt samband við barn yngri enn fimtan ár.
Noktaði seg sekan
Ákæruvaldið vildi hava mannin, sum noktaði seg sekan, dømdan í fongsul.
Hann fekk 40 daga treytaða fongsulsrevsing. Treytin er, at hann ikki fremur nakað líknandi brot t ár.
Heldur dømdi maðurin treytirnar, skal hann ikki inn at sita dómin.
Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin og 10.000 krónur í endurgjaldi.
Tá endurgjaldið er sett, er atlit tikið at umstøðunum sum heild, hvat slag av broti, talan er um, og at aldursmuninum millum ákærda og órættaðu.