Mayday í spølni

Mayday í spølni
Helst er talan um barn, so MRCC ger ikki meira við málið
Tyrlan og bátar staðfestu skjótt, at eingin vandi var á ferð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2025 - 07:49

Fyrrapartin í gjár var skipað fyri bjarging, har millum annað tyrla var við, tí mayday, neyðarróp, var á kanal 16.

Ein lítil bátur sendi mayday.

Tyrlan, sum var í flogi tætt við, og bátar komu skjótt á staðið og staðfestu, at eingin vandi var á ferð. 

Onkur í bátinum umborð hevði rópt mayday í spølni.

Helst er talan um barn, so MRCC ger ikki meira við málið.

 

Uppsteðgaður

Aftur í gjár hevði ein bátur brúk fyri hjálp.

Í gjárkvøldið boðaði útróðrarbátur frá, at hann var uppsteðgaður við Lítlu Dímun.

Hann bað um sleip til Hvalbiar.

Bjargingarbáturin Royndin úr Hvalba fór eftir honum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815