86 prosent avlop gerast fjarhiti

86 prosent avlop gerast fjarhiti
Í fjør komu góð 86 prosent av fjarhitanum frá avlopshita frá Kommunalu brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum og biogassverkinum Förka, sigur Fjarhitafelagið
Høvuðsleiðingin hjá Fjarhitafelagnum er 14 kilometrar.
 
29.05.2025 - 10:13


Í fjør komu góð 86 prosent av fjarhitanum frá avlopshita frá Kommunalu brennistøðini á Hjalla, Sundsverkinum og biogassverkinum Förka, sigur Fjarhitafelagið í tíðindaskrivi eftir aðalfund felagsins í gjár.

Gassoljan er støðugt minkandi í fjarhitaskipanini. 

Oljan er nú fyrst og fremst eykatrygd at taka til, um ikki nóg mikið av avlopshita fæst, ella um okkurt brek er.

Fjarhitafelagið hevur nú 14 kilometra langa høvuðsleiðing.

Landssjúkrahúsið næst

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, sigur, at nú er ætlanin at knýta Landssjúkrahúsið upp í fjarhitanetið.

Fróðskaparsetrið á Frælsinum var fyri stuttum bundið í netið. 

Ein elketil við goymslutanga, sum skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum, kemur í næstum.

Og um Landssjúkrahúsið kemur upp í fjarhitanetið, ber eisini til at byggja eina sjóhitapumpu inn í fjarhitaskipanina.

Hon skal rekast við avlopsorku frá vindmyllum.
 
Tórshavnar kommuna og SEV eiga p/f Fjarhitafelagið helvt um helvt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502