Jóhan og Flensburg gull í European League

Jóhan og Flensburg gull í European League
Jóhan á Plógv Hansen vann European League annað árið á rað, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti stórspæl í sigri í bronsudystinum
Jóhan á Plógv Hansen á sigursskamlinum í European League annað árið á rað
Mynd: EHF  
 
25.05.2025 - 20:22

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu European League annað árið á rað við 32-25 sigri á Montpellier. 

Føroyski vongurin skeyt eitt mál í finaluni ímóti fraklendingunum, sum var í Hamburg í dag.

Elias Ellefsen á Skipagøtu mátti taka til takkar við bronsuni, men føroyski spælskiparin hjá Kiel vísti stórspæl í sigrinum á Melsungen.

Bakspælarin skeyt níggju mál og legði upp til fimm í 37-31 sigrinum. Okkurt mál var framúr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815