Krabbameinsfelagið bjóðar skeið í síðstu hjálp

Krabbameinsfelagið bjóðar skeið í síðstu hjálp
Skeiðið hevur til endamáls at fyrireika avvarðandi at vera í støðuni saman við tí doyggjandi
Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur, og Anna Kristina Joensen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingur hjá Krabbameinsfelagnum, undirvísa á skeiðnum.
 
23.05.2025 - 18:00

Deyðin er partur av lívinum, og tað er umráðandi at tosa um tað.

Tað sigur Hansina Mikkelsen, palliatiónssjúkrarøktarfrøðingur og undirvísari hjá Krabbameinsfelagnum, nú felagið bjóðar skeið í síðstu hjálp.

Hon fer saman við Onnu Kristinu Joensen, ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingi hjá Krabbameinsfelagnum, at skipa skeiðið.

Skeiðið hevur fýra yvirskipað evni, sum skulu fyrireika avvarðandi at vera í støðuni saman við tí doyggjandi, og tú lærir eisini ítøkiligar førleikar í sjúkrarøkt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23052025_Skeid_i_sidstu_hjalp

 

Skeiðið verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum í Havn týskvøldið.

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959