Kanna umstøðurnar hjá fólki við breki at síggja fótbólt

Kanna umstøðurnar hjá fólki við breki at síggja fótbólt
Kanningin skal eisini hjálpa Fótbóltssambandinum at gera batar
UEFA er farið at kanna, hvussu umstøðurnar eru hjá fólki, ið bera brek, at síggja fótbólt.
Mynd: UEFA  
 
23.05.2025 - 14:23

Fótbóltsáskoðarar fáa nú høvi at siga sína hugsan um, hvussu umstøðurnar hjá teimum, sum bera brek, eru at fara til fótbólt.

Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur gjørt eina spurnakanning, sum fólk í øllum limalondum kunnu svara.

 

Kristin Dam Ziska.

 

Og kanningin skal eisini hjálpa Fótbóltssambandinum at síggja, hvar tað serliga er neyðugt at gera batar.

Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í FSF,  ásannar, at Fótbóltssambandið seinastu árini hevur lagt mest orku í tað, sum hendir á sjálvum vøllinum, men at tíðin nú er komin at vísa atkomumøguleikum hjá áskoðarum størri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23052025_UEFA_og_atkoma_hja_brekadum

 

Úrslitið av kanningini verður væntandi tøkt seint í hesum árinum.

Kanningin er á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

Freistin at svara er hósdagin 29. mai.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337