Plantulundin á Dølum

Plantulundin á Dølum
Serbreytin í miðnámsskúlanum á Kambsdali hevur gjørt eina plantulund kring skúlan.
 
22.05.2025 - 11:16

Tey planta trø, seta eplir niður og byggja vakstrarhús.

Serbreytin í miðnámsskúlanum á Kambsdali hevur í longri tíð arbeitt við at gera plantulund kring skúlan. Tey nevna hana Plantulundin á Dølum.

Hetta er ein liður í at skapa eina fjølbroytta undirvísing, har tey ikki bara sita inni og lesa og rokna. Í plantulundini eru tey nógv úti, tey læra um náttúruna, og so skulu tey eisini samstarva um at skapa nakað.

Næmingarnir lata væl at. Tað er arbeiði til allar hendur. Meðan summi dáma væl at fáa grønar fingrar, so eru onnur, sum eru meira til tað handaliga arbeiði.

Morgunsendingin vitjaði Plantulundina á Dølum. Alt innslagið kann hoyrast her:

1744729

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815