- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvt triðja ára fongsulsrevsing fyri grovan harðskap móti pinkubarni

Føroya rættur dømdi í dag ein 26 ára gamal mann tvey ár og seks mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri serliga grovan harðskap móti pinkubarni.
Maðurin, sum er pápi at pinkubarninum, noktaði seg sekan í ákæruni.
Eftir dómin í dag er hann varðhaldsfongslaður, og maðurin hevur biðið um umhugsunartíð, um hann skal skjóta dómin inn fyri hægri rætt.
Var í lívsvanda
Sambært ákæruritinum fór harðskapurin fram 23. oktober í 2023.
Harðskapurin var so grovur, at drongurin, sum er føddur í juli 2023, var í lívsvanda.
Hann fekk skallabrot og heilabløðingar, og aðrar bløðingar í høvdinum.
Vandi var fyri varandi meini.
Maðurin og ein kvinna vóru tá varðhaldsfongslað, skuldsett fyri hendingina, 23. oktober 2023.
Kvinnan var latin leys í januar 2024 og maðurin í februar 2024.
Dupult afturlatnar hurðar
Málið var viðgjørt fyri dupultum afturlatnum hurðum í Føroya rætti, so lítið og einki fekst at vita um tað.
Kvinnan var ikki ákærd, men maðurin bleiv ákærdur eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin.
Tann greinin sigur, at hevur harðskapurin við sær annans deyð, ella er hann í aðramáta so grovur, ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár.
Sambært ákæruritinum var talan um serstakliga tyngjandi umstøður.