Finnland fyrireikar seg til russiska herdubbing við markið

Finnland fyrireikar seg til russiska herdubbing við markið
Finnlendingar vænta, at Russland fer at flyta herdeildir, sum hava stríðst í Ukraina til markið, tá ið kríggið í Ukraina er av
Higartil eru 35 kilometrar stikaðir á markinum millum Russland og Finnland.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.05.2025 - 15:22

Finnland væntar, at Russland fer undir størri herdubbing fram við markinum millum londini bæði, tá ið kríggið í Ukraina endar. 

Tað sigur herovastin hjá finsku verjuni, Sami Nurmi, við The Guardian.

Sambært Sami Nurmi, fylgir Finnland neyvt við, hvat Russland ger við markið.

Hann sigur, at sum partur av Nato er tað uppgávan hjá Finnlandi at fyrireika seg til tað ringasta.

- Russarar broyta skipanir, og vit síggja smærri fyrireikingar í sambandi við at menna undirstøðukervi fram við markinum hjá okkum. Og tað merkir, at teir, tá ið kríggið í Ukraina vónandi endar, flyta herdeildir - serliga deildir á landi, sum hava stríðst í Ukraina, aftur.

Finnland hevur sett upp fyrstu 35 kilometrarnar av hegni upp fram við markinum. Eftir ætlan skulu 200 kilometrar. av hegni við vakmyndatólum og sensorum setast upp við markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337