Nógvur norskur laksur trýstir prísin niður

Nógvur norskur laksur trýstir prísin niður
Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í fyrsta ársfjórðingi er 505 milliónir krónur fyri skatt
Stórt útboð gevur minni prís.
 
19.05.2025 - 06:45

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum í fyrsta ársfjórðingi er 505 milliónir krónur fyri skatt.

Tað var 710 milliónir fyrsta ársfjórðing í fjør. 

Tøkan í Føroyum var 18.914 tons og í Skotlandi 6.286 tons.

Lívfrøðiliga gongdin er góð, sigur Bakkafrost. 

Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru lúsatølini lítil.

Miðalvektin hjá tikna laksinum er stór, serstakliga í Skotlandi.  

Marknaðurin hevur verið avbjóðandi í ársfjórðinginum. 

Prísurin var góður í januar, men fall síðani nógv, nógv meira enn tey flestu høvdu væntað. 

Hetta kemst fyrst og fremst av størri útboði, serliga úr Noregi, har útboðið av heilum laksi er 38 prosent størri.

- Samanumtikið eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum, sigur Regin Jacobsen, stjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337