Eysturríki vann Eurovision 2025

Eysturríki vann Eurovision 2025
Ein spennandi Eurovision-finala - soleiðis upplivdi Sissal kvøldið
Johannes Pietsch vinnur Eurovision 2025
Mynd: Ritzau Scanpix //Ida Marie Odgaard  
 
18.05.2025 - 01:08

Tað var ein sera spennandi og óviss finala. Sum frásøgumaðurin Gunnar Nolsøe segði beint áðrenn seinastu stigini vóru kunngjørd: “Tað er háspenningur í luftini.”

Tað stóð millum Ísrael og Eysturríki, men tá øll stigini vóru tald saman, var tað opera-techno-balladan ‘Wasted Love’, ið tryggjaði Eysturríki fyrsta plássi.

Johannes Pietsch vinnur Eurovision 2025

Caption: 
Ritzau Scanpix //Ida Marie Odgaard

 

Eurovision fer aftur til Alpurnar

Tá ið Johannes Pietsch, eisini nevndur JJ, vann finaluna, varð greitt, at Eysturríki hýsir kappingini í 2026.

Tað er 69. ferð, at Eurovision-sangkappingini verður hildin, og hetta er triðu ferð, at Eysturríki vinnur kappingina.

Alt kann henda í Eurovision
Hóast Eysturríki vann, var úrslitið als ikki avgjørt áðrenn finaluna. Veddingarfyritøkurnar høvdu m.a. Svøríki, Ísrael og Frankaríki millum teir størstu favorittarnar at vinna.

Finalan hevði fleiri óvæntað úrslit. Eitt nú fekk Sveis, ið var ein av stóru favorittunum hjá dómurunum, null stig frá hyggjarunum – nakað sum skelkaði mong.

Soleiðis sá út, tá ið allar atkvøðurnar vóru taldar:

 

Sissal endaði á 23. plássi
Føroyska songkvinnan Sissal, ið umboðaði Danmark, fekk samanlagt 47 stig – 45 stig frá dómarunum og 2 stig frá hyggjarunum – og endaði sostatt á 23. plássi, júst aftanfyri Luxembourg, sum fekk somu stigatal.

Dómarastigini til Danmark vóru hesi:

10 stig: Stóra Bretland

8 stig: Eysturríki

7 stig: Italia

5 stig: Avstralia

1 stig: Kekkia

Hetta gav Danmark eitt 17. pláss frá dómarunum.

Hóast Sissal ikki rakk málinum um at koma í topp 13, so vann hon nógv hjørtu við sínum framførslum, og so hevur hon eisini brotið eina langa danska "finaluforbannilsi".

Sissal_sigur_takk_

 

Vinarlag yvir landamørk
Sissal hevur eisini, sambært donskum miðlum, fingið ein góðan vinmann í JJ úr Eysturríki, og teirra vinarlag hevur vaksið í vikunum upp til finaluna. Tað sást aftur í samveruni eftir úrslitið – eitt dømi um, hvussu Eurovision eisini førir fólk saman tvørtur um landamørk.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601