Nýggi stjórin á skúlanum á Trøðni ætlar at styrkja samstarvið við Sernám

Nýggi stjórin á skúlanum á Trøðni ætlar at styrkja samstarvið við Sernám
Haraftrat skulu næmingar vera stoltir av at ganga á skúlanum á Trøðni, sigur Fríðbjørg Sunadóttir Fríðhem, sum tekur við 1. august
Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim, komandi skúlastjóri á skúlanum á Trøðni
Mynd: Savnsmynd  
 
17.05.2025 - 11:56

Skúlin á Trøðni hevur fingið nýggjan skúlastjóra. Tað er Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim.

11 umsóknir vóru til skúlastjórastarvið. 

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim er 53 ára gomul. Hon var útbúgvin lærari á Blaagaard Seminarium í 1997. 

Í 2012 tók hon serlæraraútbúgving á Fróðskaparsetrinum og í 2019 diplom í námsfrøðiligari leiðslu.

Harafturat hevur hon førleikament seg við skeiðum og øðrum í sernámsfrøði og leiðslu.

Í løtuni er Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla.

"Eg havi eitt stórt ynski um at næmingar á skúlanum á Trøðni eru stoltir av at ganga á skúlanum", sigur nýggi skúlastjórin.

Í skúlanum á Trøðni tekur hon við eftir Jan Christiansen, sum fer frá við eftirløn í heyst.

Jan Christiansen hevur arbeitt á Skúlanum síðani 1982 og hevur verið skúlastjóri síðani 2005.

Í skúlanum á Trøðni eru 60 næmingar 7 til 18 ára gamlir og 45 starvsfólk, lærarar og námsfrøðingar.

Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í landinum. 

 

Hoyr samrøðu við Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim:

1744004

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601