Minst 100 fólk vóru dripin í ísraelskum álopum í Gasa í gjár

Minst 100 fólk vóru dripin í ísraelskum álopum í Gasa í gjár
Tað boðað bjargingartænastur í Gasa frá sambært norska kringvarpinum NRK
Mynd: Savnsmynd  
 
17.05.2025 - 13:34

Mett verður at minst 100 fólk vóru dripin í ísraelskum álopum í Gasa í gjár. 

Tað boðað bjargingartænastur í Gasa frá sambært norska kringvarpinum NRK.

Sivilverjan í Hamas-stýrda palistinska økinum upplýsur, at álopini vóru rættaði móti sivilum bygningum har norðuri í Gasageiranum.

Fráboðanir eru somuleiðis um roykbumbur og stríðsbilar í Beit Lahia

Sambært Al Jazeera heldur bjargingararbeiðið fram tí fleir særd eru.

Ísraelski herðurin váttaði í gjárkvøldi, at umfatandi álop vóru farin í gongd til tess at taka ræðið á økjum í Gasageiranum. 

Volker Türk, mannarættindakommiserur í ST, ávaraði í gjár ímóti tí hann kallar etniskari útreinsan í Gasa. 

- Tað seinasta umfarið av bumbum og sýtan fyri humaniterarið hjálp tykist vera ein roynd at broyta fólkasamansetingina Gasa permanent. Tað er í stríð við altjóða rætt og er at kalla etnisk útreinsan, sigur Volker Turk. Tað skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523