Atkvøðugreiðslan til Eurovision 2025 er nú opin

Atkvøðugreiðslan til Eurovision 2025 er nú opin
Nú ber aftur til at gera sína atkvøðu galdandi í stóru finaluni í Eurovision Song Contest 2025.
Sissal við Dannebrog á baki
Mynd: Ritzau Scanpix //I da Marie Odgaard  
 
17.05.2025 - 20:32

Sum undanfarin ár kunnu fólk úr øllum heiminum atkvøða fyri sínum yndislagi, men sambært reglunum kunnu tey, sum eru stødd í Føroyum ella í Danmark, ikki atkvøða fyri Sissal, sum í ár umboðar Danmark. Tó ber til at atkvøða fyri øllum hinum luttakaralondunum.

Soleiðis kanst tú atkvøða:

Gjøgnum appina “European Song Contest”

Á heimasíðuni esc.vote

Ella við at senda eini SMS boð til 1212

Hvør hyggjari kann atkvøða upp til 20 ferðir, og hvør atkvøða við SMS kostar eina krónu.

Minst til: um tú ætlar at atkvøða við SMS, er neyðugt at hava pening á telefonhaldinum.

Fleiri upplýsingar um atkvøðureglur og mannagongdir eru á heimasíðuni hjá Eurovision.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601