Løgmaður: Arbeiða við møguligum broytingum

Løgmaður: Arbeiða við møguligum broytingum
Løgmaður vil ikki siga, hvat hann heldur, men tey samskifta um møguligar broytingar, nú lógaruppskotið til Suðuroyartunnilin skal til 3. viðgerð í mánadagin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.05.2025 - 14:46
Aksel_um_arbeidsbolk

Tey arbeiða við tí, men enn við løgmaður ikki siga nakað um, hvørjar møguligar broytingar kunnu standast av, at ein arbeiðsbólkur metur tað spara 2 ár og bøta um trygdina, at fara upp í Skúgvoy.

 

Í gjár handaði skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkurin løgmanni sínar viðmerkingar um møguleikan fyri at bora úr Skúgvoy.

Bólkurin hevur gjørt sína egnu meting av, hvussu nógv tað kostar eyka at fara niður norðanfyri Sands bygd og gera ein teym upp í Skúgvoy og niðurstøðan er helvtina av tí upphædd, sum PF Suðuroyartunniloin í sínum uppriti metir at tað kostar.

 

Sambært Tunnilsfelagnum kemur tað at kosta umleið eina milliard meiri um tunnilin skuldi farið niður norðan fyri Sands bygd og upp í Skúgvoy. Sambært arbeiðsbólkinum er talan um eina hálva milliard.

Sambært teimum fer tað at kosta 370 milliónir krónur meira at fara niður norðanfyri Sands bygd við Suðuroyartunlinum heldur enn av Skarvanesi - og um vit eisini skulu hava ein teym upp í Skúgvoy kostar tað 180 milliónir aftrat - tað vil siga 550 milliónir krónur í alt.

Hetta er serliga vegna sparingar av tíð, tí borast kann frá fleiri síðum. Tað metur arbeiðsbólkurin sparir tvey ár 

PF Suðuroyartunnilin metti í síni viðmerking sparingina at verða eitt hálvt ár

 

Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at tað  ber til at bora úr Skúgvoy og tað er bæði ráðiligt og skynsamt at gera ein breiðan flatan tunnil úr Skúgvoy, sum kann brúkast sum rýmingarleið  og sum kann borast frá fleiri mótum. 

Tað er tó eingin váðameting gjørd av, hvussu tað ávirkar trygdina um ein teymur verður gjørdur upp í Skúgvi og tað heldur arbeiðsbólkurin burdi verið gjørt. 

Verður borað úr Skúgvoy er tað ein fyrimunur fyri trygdina meðan tunnilin er í ger er eisini niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV