Rættarmál: Pinkubarn var í lívsvanda við skallabroti og heilabløðingum

Rættarmál: Pinkubarn var í lívsvanda við skallabroti og heilabløðingum
Ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri so mikið grovan harðskap móti soni sínum 23. oktober í 2023, at drongurin, ið var føddur í juli 2023, var í lívsvanda
Savnsmynd
 
13.05.2025 - 14:18

Føroya rættur fer í næstu viku at viðgera eitt mál um serliga grovan harðskap móti pinkubarni.

Ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri harðskap móti soni sínum.

Tað var, sambært ákæruritinum, 23. oktober í 2023.

 

Skallabrot og heilabløðingar

Harðskapurin var so grovur, at drongurin, sum er føddur í juli 2023, var í lívsvanda.

Hann fekk skallabrot og heilabløðingar og aðrar bløðingar í høvdinum.

Vandi var fyri varandi meini.

 

Kvinna ikki ákærd

Maðurin og ein kvinna vóru varðhaldsfongslað, skuldsett fyri hendingina, 25. oktober 2023.

Kvinnan var latin leys í januar 2024 og maðurin í februar 2024.

Málið var viðgjørt fyri dupultum afturlatnum hurðum í Føroya rætti, so lítið og einki fekst at vita um tað.

Kvinnan verður ikki ákærd, men maðurin er ákærdur eftir grein 246 í revsilógini, sum er um grovasta harðskapin.

 

Fongsul upp í 10 ár

Tann greinin sigur, at hevur harðskapurin við sær annans deyð, ella er hann í aðramáta so grovur, ella hevur so álvarsaman skaða við sær, at talan er um serliga skerpandi umstøður, kann revsingin vaksa til fongsul upp í 10 ár.

Sambært ákæruritinum er talan um serstakliga tyngjandi umstøður.

Fyrivarni er tikið um krav um endurgjald.

Maðurin noktar seg sekan í ákæruni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Undansending
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840