Nærkast teimum 55.000

Nærkast teimum 55.000
Fólkatalið vaks serliga í Havn, á Strondum, á Toftum, á Argjum og í Skálavík. Fólkatalið minkaði mest í Vágs kommunu, Tvøroyrar kommunu og Viðareiðis kommunu
Fólkatalið í Føroyum veksur ikki so skjótt longur.
Mynd: Faroephoto.fo  
 
13.05.2025 - 07:05

Fólkatalið í Føroyum nærkast 55.000.

Tað var 54.845 1. apríl, 0,6 prosent meira enn 1. apríl í fjør.

311 fólk komu aftrat hetta árið.

Vøksturin er minni enn hann var frá 2023 til 2024, tá hann var 0,7 prosent.  

 

Tók dik á seg í 2014

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppinum á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks 1,8 prosent uppá eitt ár. 

Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, skrivar Hagstovan.

Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið. 

 

Vøkstur og minking

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar kommunu, Nes kommunu, Sjóvar komunu og Skálavíkar kommunu. 

Fólkatalið vaks serliga í Havn, á Strondum, á Toftum, á Argjum og í Skálavík. 

Aðrar bygdir við fólkavøkstri seinasta árið eru Saltangará, Hvannasund, Leirvík, Sørvágur, Streymnes og Klaksvík. 

Fólkatalið minkaði mest í Vágs kommunu, Tvøroyrar kommunu og Viðareiðis kommunu. 

Í teimum kommununum minkaði fólkatalið mest í Vági, Froðba og á Viðareiði. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601