- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eurovision 2025: Føroyingar kunnu ikki atkvøða fyri Sissal

Í kvøld klokkan 20 fer fyrra hálvfinalan í Eurovision-sangkappingini av bakkastokki í St. Jakobshalle í Basel.
Kringvarpið sendir bæði frá hálvfinaluni í kvøld og frá seinna umfarinum hóskvøldið, tá ið føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen við listarnavninum Sissal fer á pallin við sanginum "Hallucination."
Føroyingar kunnu fylgja við, meðan Gunnar Nolsøe sigur frá. Danskir undirtekstir verða vístir, tá ið vertirnir tosa á enskum.
Atkvøðugreiðslan
Aftur í ár kunnu fólk úr øllum heiminum gera sína atkvøðu galdandi í sangkappingini. Føroyingar og danir sleppa bert at atkvøða til ta hálvfinaluna, ið Sissal er við í. Tað merkir eisini, at vit ikki kunnu atkvøða til fyrru hálvfinaluna, ið verður í kvøld.
Sambært reglunum kunnu fólk, sum eru stødd í Føroyum ella í Danmark, ikki atkvøða fyri Sissal, sum umboðar Danmark í Eurovision, men fyri øllum hinum luttakarunum.
Til ber at greiða atkvøðu í appini, sum eitur “European Song Contest”, á heimasíðuni hjá Eurovision – “Eurovision.tv” – ella við at senda sms til 1212. Hvør hyggjari kann atkvøða 20 ferðir í part, og tað kostar eina krónu uttan mun til, hvør ið pallurin er. Neyðugt er at fylla pening á telefonhaldið fyri at senda sms.
Tú kanst lesa meira um reglurnar fyri atkvøðugreiðslu til ársins Eurovision her.