Escape Room í Føroyum

Escape Room í Føroyum
"Skuggin yvir Tórshavn" er nýggjasta rýmingarrúmið í Føroyum, har luttakarar mugu brúka samstarv og snildi fyri at loysa loyndarmál áðrenn ásetta tíð.
 
13.05.2025 - 10:07

Ein loyndarfullur brotsmaður hevur boðað frá einari óhugnaliga ætlan fyri býin. Tit eru eitt servant toymi, ið má avdúka ætlanina hjá brotsmanninum og steðga honum, áðrenn tað er ov seint!

Soleiðis ljóðar uppgávan, sum skal loysast í einum sokallaðum "Escape Room", sum nú ber til at uppliva í Føroyum. Eitt føroyskt heiti kundi møguliga verið "rýmingarrúm".

Hvat er eitt Escape Room?

Í grundini eru rýmingarrúm fordjúpandi lið-avbjóðingar, ið eggja til samstarv, loysan av gátum og at finna loynilig spor fyri at røkka einum máli. Rýmingarrúm eru stuttlig, avbjóðandi og geva eina liðuppliving, ið er lík ongum øðrum.

Tað er Ingi Elmelund Petersen, sum hevur tikið stig til nýggju upplivingina.

- Mær dámar væl brettspæl og gátur. Sjálvur havi eg roynt eini tíggju ymisk escape rooms og havi leingi hugsað um at fáa konseptið til Føroya.

Frá 20. mai ber til at bíleggja sær eina uppliving á www.escape.fo.

Ingi Elmelund Petersen vitjaði morgunsendingina. Hoyr alla samrøðuna her:

1742992

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Hondbóltur: Føroyar – Montenegro
203111
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840