Volodymyr Zelenskyy er sinnaður at hitta Vladimir Putin hósdagin

Volodymyr Zelenskyy er sinnaður at hitta Vladimir Putin hósdagin
- Eg bíði eftir Putin hósdagin í Turkalandi. Persónliga, skrivar ukrainski forestin, Volodymyr Zelenskyy, á Telegram
Volodymyr Zelenskyy, forsetin í Ukraina, her saman við Emmanuel Macron, forsætisráðharra í Fraklandi, og Keir Starmer, forsætisráðharra í Bretlandi
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.05.2025 - 08:53

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyy sigur, at hann er sinnaður at hitta russiska forsetan Vladimir Putin hósdagin.

Tað skrivar Reuters.

Hann sigur samstundis, at hann væntar fulla vápnahvíld fyri at skapa neyðuga grundarlagið fyri diplomati.

- Eg bíði eftir Putin hósdagin í Turkalandi. Persónliga, skrivar Zelenskyy á Telegram.

- Eg vóni, at russarar hesaferð ikki leita eftir eini orsøk til, hví teir ikki kunnu møta, skrivar Zelenskyy.

 

Friðarsamtalur á Nato-fundi

Leygardagin hittust leiðarar í Evropa saman við Volodymyr Zelenskyy í Ukraina. 

Har heittu teir á Russland um at taka undir við 30 daga vápnahvíld, sum skal byrja í dag.

Putin svaraði við at biða um friðasamtalur við Ukraina í Turkalandi hósdagin, samstundis sum óformellur Nato-fundur er fyri uttanríkisráðharrar.

 

Trump vil hava Ukraina at tosa við Russland

Amerikanski forsetin Donald Trmp hevur heitt á Ukraina um at tosa við Russland í hesi vikuni.

- Putin forseti í Russlandi vil ikki hava vápnahvíld við Ukraina, men vil heldur hittast hósdagin í Turkalandi, fyri at samráðast um møguligan enda á blóðbaðnum. Ukraina eigur at taka undir við hesum, alt fyri eitt, skrivar Trump á sínum egna miðli Truth Sosial.

Hann skrivar, at Ukraina eigur at fara á fundin, - í hvussu er fyri at kunna avgera, um vápnahvíld yvirhøvur er ein møguleiki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337