Skjóta ikki dómar um rúsevni og hvítvasking inn fyri hægri rætt

Skjóta ikki dómar um rúsevni og hvítvasking inn fyri hægri rætt
Málið er um 1,3 milliónir krónur, sum vóru hvítvaskaðar, 18 kilo av hassji, 800 gramm av hassjolju og 200 gramm av amfetamini. Allir dómarnir í Føroya rætti eru treytaleysir
Mynd: Shutterstock.com  
 
12.05.2025 - 10:36

Dómarnir hjá Føroya rætti í málinum um rúsevni og hvítvasking eru endaligir.

Teir eru ikki appeleraðir. Freistin fór fríggjadagin. 

Ein 22 ára gamal maður er fríkendur.

Ein 23 ára gamal maður fær tvey ár 10 mánaðir, ein 29 ára gamal maður og ein 34 ára gamal fáa tvey ár og tveir mánaðir, ein 35 ára gamal fær eitt ár og 10 mánaðir, og ein 41 ára gamal maður fær eitt ár og fýra mánaðir.

Allir dómarnir eru treytaleysir.

 

Frá varðhaldi til at sita

Málið er um 1,3 mió.kr., sum vóru hvítvaskaðar, 18 kilo av hassji, 800 gramm av hassjolju og 200 gramm av amfetamini.

Nú dómarnir eru endaligir, fara menninir, sum hava verið í varðhaldi, síðani teir vóru tiknir, at sita dómarnar.

Politiið fer nú at selja báðar seglbátarnar, sum eru brúktir til hassjsmugling, og bilin, sum var brúktur í sambandi við hvítvaskingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV