Hægstirættur skal taka støðu til mál um at flyta drong á stovn í Danmark

Hægstirættur skal taka støðu til mál um at flyta drong á stovn í Danmark
Var úrskurðurin hjá Eystari landsrætti 18. mars um steðgandi virknað í einum føroyskum barnaverndarmáli rættur? Tað skal Hægstirættur nú taka støðu til
Mynd: Savnsmynd  
 
12.05.2025 - 08:15

Hægstirættur skal avgera, um úrskurðurin hjá Eystari landsrætti 18. mars um steðgandi virknað í einum føroyskum barnaverndarmáli er rættur.

Málið byrjar við, at Kærustovnurin segði, at ein 15 ára gamal drongur skuldi flytast á stovn í Danmark.

Hann var tá á stovni í Føroyum. 

Drongurin vildi ikki til Danmarkar.

 

Málið roynast í Hægstarætti

Avgerðin fór í Føroya rætt, sum segði, at meðan málið var í rættinum, skuldi drongurin ikki flytast til Danmarkar.   

Kærustovnurin kærdi til Landsrættin og fekk viðhald har. 

Talan er ikki um steðgandi virkað, segði Landsrætturin.

Nú hevur so Procesbevillingsnævnet givið loyvi til at royna málið í Hægstarætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601