Bretski forsætisráðharrin ætlar at herða útlendingapolitikkin

Bretski forsætisráðharrin ætlar at herða útlendingapolitikkin
Herd krøv til mál, og so mugu migrantar bíða í 10 ár, áðrenn teir kunnu søkja um varandi uppihald, stendur í nýggja bretska útlendingapolitikkinum
Mynd: Keir Starmer  
 
12.05.2025 - 10:20

Bretski forsætisráðharrin Keir Starmer leggur í dag fram eina ætlan um at herða útlendingapolitikkin, - íroknað herd krøv til mál og fast uppihald í landinum.

Keir Starmer hevur lovað at uppstiga skipanina fyri tilflytarar, og sigur, at hann ætlar at menna eina skipan, sum hevur eftirlit, er selektiv og rættvís, skrivar BBC.

Eitt av uppskotunum er at herða kravið til øll, sum søkja um innferðarloyvi til landið, um at duga enskt, - eisini vaksin fólk, sum umsøkjarin hevur ábyrgd av. 

Eisini mugu migrantar bíða í 10 ár, áðrenn teir kunnu søkja um varandi uppihald og fullan rætt til vælferðarskipanina. 

Í verandi skipan fáa tey tað sjálvvirkandi, tá ið tey hava búð í landinum í fimm ár.

 

Trýst frá Reform UK

Trýst er á Starmer og Labour-stjórnina frá høgrapopulistiska og anti-tilflytaraflokkinum Reform UK, sum anti-brexit stríðsmaðurin Nigel Farage, stendur á odda fyri, skrivar Reuters

Um vikuskiftið boðaði bretski innanríkisráðharrin Yvette Cooper frá herdum krøvum fyri at fáa arbeiðsloyvi, og umsorganarverkið hevur fingið forboð fyri at skaffa arbeiðsfólk úr útlondum.

- Allir partar í immigratiónsskipanini skulu dagførast, eisini tað, sum snýr seg um arbeiði, familju og útbúgving. Umsitingin verður strangari enn nakrantíð, og tilflytaratalið fer at minka, sigur Starmer.

 

Í gildi í 2026

The Telegraph skrivar, at Starmer eisini fer at herða lógina, sum heimilar dómstólum at játta friðskjól við heimild í Evropiska mannarættindasáttmálanum, og at avmarka møguleikan hjá dómarum at steðga tvingsilsflytingum úr landinum.

BBC hevur fingið upplýsingar um, at grunleggjandi lóggávan á økinum má broytast, og tað merkir, at avmarkingarnar ikki koma í gildi fyrr enn í næstu tingsetu í 2026.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337