- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børn skulu hava lógartryggjaðan rætt til trivnað, spæl og hvíld
Børn skulu hava lógartryggjaðan rætt til trivnað, spæl og hvíld
Tað mælir barnafrágreiðingin hjá Barnaverkætlanini til, og tað sær út at kunna fremjast í verki, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum

Djóni Nolsøe Joensen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
12.05.2025 - 12:12
Fyrrapartin í dag varð barnafrágreiðingin hjá Barnaverkætlanini kunngjørd í Norðurlandahúsinum.
Frágreiðingin er úrslitið av einari umfatandi kanning, sum tekur útgangsstøði í hvat børn og ung sjálvi vilja, og hava tørv á, í einari føroyskari barnalóg.
Frágreiðingin mælir millum annað til, at man skal lógartryggja rættin til trivnað, spæl og hvíld, og at børn skulu hava rætt til at luttaka í avgerðum.
Hoyr Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Steinbjørn Hardlei, verkætlanarleiðari í Barnaverkætlanini greiða frá:
1742936
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV