Zelenskyj vónríkur um vápnahvíld

Zelenskyj vónríkur um vápnahvíld
Um alt gongur eftir ætlan er vápnahvíld millum Ukraina og Russland fyri framman. Tað væntar ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj
Volodomyr Zelenskyj
Mynd: Savnsmynd  
 
11.05.2025 - 11:15

- Tað er eitt gott tekin, at russar endiliga vilja enda kríggið. Hesum hevur verðin bíða eftir leingi. Tað fyrsta stigið til at enda eitthvørt kríggj, er vápnahvíld.

Tað skrivar ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj á miðilin Telegram. Hetta upplýsir norska kringvarpið NRK.

Russland svarar

Hetta er eftir øllum at døma eitt svar til úttalilsi, sum er komið frá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Á einum fundi náttina til í dag mældi Vladimir Putin til ein fund millum partarnar í Istanbul hósdagin. 

Ikki ein beinleiðis váttan

Putin hevur ikki beinleðis vátta vápnahvíld, men hevur ikki víst hesum aftur, skrivar DR.

- Tað var ikki Russland, sum sleit samráðingarnar í 2022. Tað var Kiev (Ukraina, red.). Hóast tað leggja vit upp til, at Kiev tekur beinleiðis samráðingar uppaftur uttan nakran fordóm, sambært DR.

- Vit skjóta upp, uttan nakað drál, at byrja hósdagin 15. mai, í Istanbul, har tær (friðarsamráðingarnar, red.) vórðu hildnar fyrr og har tær vórðu avbrotnar, segði Putin.

Zelenskyj væntar vápnahvíld

Zelenskyj er klárur at hitta russiska forsetan. 

- Vit vænta, at Russland váttar vápnahvíld: fullfíggjaða, varandi og álítandi - frá og við í morgin 12. mai, skrivar hann sambært NRK á Telegram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601