Turkaland vil hýsa friðarsamráðingum

Turkaland vil hýsa friðarsamráðingum
Forsetin í Turkalandi meldar seg sum vert fyri samráðingum, so ein friðaravtala kann gerast millum Russland og Ukraina
Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi
Mynd: Savnsmynd  
 
11.05.2025 - 14:50

Turkaland meldar seg á banan til at hýsa samráðingar um friðaravtalu millum Ukraina og Russland.

Tað skrivar Reuters.

Forsetin í Turkalandi Tayyip Erdogan gav russiska forsetanum boðini í eini telefonsamrøðu fyrr í dag. 

Hetta kom eftir, at Vladimir Putin, forseti, náttina til í dag mældi til beinleiðis samráðingar millum londini.

Volodomyr Zelenskyj sigur seg verða kláran at hitta Putin. 

"Vit vænta, at Russland váttar vápnahvíld: fullfíggjaða, varandi og álítandi - frá og við í morgin 12. mai," skrivar hann ukrainski forsetin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337