Trump vil hava stovnara av PayPal til sendifólk í Danmark

Trump vil hava stovnara av PayPal til sendifólk í Danmark
Kenneth Howery er útbúgvin búskaparfrøðingur, er ættaður úr Texas og er vinnulívsmaður og íverkseti. Í fyrru setuni hjá Donald Trump var hann sendifólk í Svøríki
Kenneth Howery
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.05.2025 - 16:24

Stendur tað til amerikanska forsetan, Donald Trump, so verður Kenneth Howery nýtt amerikanskt sendifólk í Danmark. 

Tað skrivar grønlendski miðilin Sermitsiaq, sum hevur upplýsingarnar úr skránni hjá uttanlandsnevndini hjá Senatinum. 

Áðrenn hann kann gerast sendifólk, skal Senatið góðkenna Kenneth Howery.

Men áðrenn tað skal uttanríkisnevndin meta, um hann er egnaður sum sendifólk ella ikki.

Tað er hesin metingarfundurin, sum verður hildin í dag. Eftir tað skal Senatið atkvøða í málinum.

Kenneth Howery er útbúgvin búskaparfrøðingur, er ættaður úr Texas og er vinnulívsmaður og íverkseti. 

 

Stovnari av PayPal

Millum annað var hann ein av teimum, sum stovnaði heimsumfatandi gjaldastænastuna PayPal.

Tá nýggjur forseti tekur við í USA, er vanligt, at øll sendifólkini vera skift út, men enn hevur Trump ikki tilnevnt nýtt sendifólk til Danmarkar.

Verður Kenneth Howery valdur, so er tað aðru ferð, at hann er sendifólk í Norðurlondum.

Í fyrru setuni hjá Donald Trump var hann sendifólk í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV