Robert Francis Prevost nýggjur pávi og eitur Leo pávi 14.

Robert Francis Prevost nýggjur pávi og eitur Leo pávi 14.
Fyri løtu síðan gjørdist greitt, at tað verður Robert Francis Prevost, sum er ættaður úr USA, sum skal bera katólska kyndin víðari eftir Frans Páva
Leo 14. eitur tann nýggi pávin, sum teir 133 kardinalarnir í Sixtinska kapellinum komu ásamt um seint seinnapartin. Fyri løtu síðan talaði hann til risastóru fjøldina á Pæturstorginum í Rom
Mynd: Alberto Pizzoli/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.05.2025 - 18:18

Tað kom rættiliga óvart á, at teir 133 kardinalarnir gjørdu av at velja Robert Francis Prevost, sum gjørdist nýggjur pávi eftir at Frans pávi doyði tann 21. apríl.

Valið er søguligt, tí tað er fyrstu ferð nakrantíð, at ein amerikanari verður valdur til páva. Og valið kom eisini øgiliga óvart á, tí Robert Francis Prevost stóð ikki á nøkrum lista sum tann mest sannlíki vinnarin, nú teir 133 kardinalarnir skuldu kjósa nýggjan páva. Áðrenn kardinalarnir vóru sendir inn í Sixtinska kapellið, vóru serliga sjey nøvn, sum gingu aftur, og har var italiumaðurin Pietro Parolin fremstur, skrivaðu altjóða miðlar áðrenn valið byrjaði. Parolin var uttanríkisráðharri hjá Franz páva og var av eygleiðarum mettur at vera góður diplomatur og moderatur.

Ein annar var Luis Tagle úr Filipsoyggjunum, sum lutvíst er útbúgvin í USA og tí kundi hann vera við til at slætta sjógvarnar í katólsku kirkjuni í USA.

Men tað bleiv hvørgin teirra og heldur ikki favoritturin hjá Donald Trump, Raymond Leo Burke, kardinalur úr Wisconsin, sum er erkakonservativur og sum alment hevur bjóðað Frans páva av.

Ístaðin bleiv tað ein annar amerikumaður, sum als ikki hevur verið á nøkrum lista yvir favorittar. Hann eitur Robert Francis Prevost...

Meira kemur... 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. november
Ættirnar syngja og suða
199995
Sunnudag 16. november
Bolero
199991
Sunnudag 16. november
Gudstænasta í Vesturkirkjuni
199990
Leygardag 15. november
Vikugesturin: Verðinsmaður á Oyrareingjum
199978
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. november
Úr savninum: Tey settu búgv 2:3
199955
Leygardag 15. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199972
Fríggjadag 14. november
Veðrið
199942
Fríggjadag 14. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199910
Hósdag 13. november
Veðrið
199872