Páskirnar síggjast aftur í ferðafólkastreyminum í apríl

Páskirnar síggjast aftur í ferðafólkastreyminum í apríl
Í apríl í ár brúktu 25,2 prosent fleiri ferðafólk flogvøllin í Vágum enn í apríl í fjør. Orsøkin er tann, at páskir vóru í apríl í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.05.2025 - 09:29

Páskirnar vóru í apríl í ár, og tað sæst aftur í talinum á ferðafólkum, ið brúktu flogvøllin í Vágum í apríl. 

Í apríl í ár brúktu 25,2 prosent fleiri ferðafólk flogvøllin í Vágum enn í apríl í fjør.

Orsøkin er tann, at páskir vóru í apríl í ár.

Tær vóru í mars í fjør.

 

Verri mars í ár

Og tí var mars í ár nógv verri enn mars í fjør.

Ferðafólkini vóru 21,7 prosent færri í mars í ár.

Til 1. mai var vøksturin hjá flogvøllinum bara 0,3 prosent sammett við fyrstu fýra mánaðir í fjør.

Tað hevur eisini eina orsøk.

Hon er handbólturin, sum var í Berlin í januar í fjør. 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. juni
Kallið:"Lívið er ein ferð".
193227
Leygardag 14. juni
Morgunlestur leygardagur 14.juni 2025
192954
Fríggjadag 13. juni
Vikuskiftið 13 juni 2025
193269
Nýggjastu sendingar í SV