Norski forsætisráðharrin: Fyrireikið tykkum til kríggj

Norski forsætisráðharrin: Fyrireikið tykkum til kríggj
- Vit mugu aftur fyrireika okkum til, at kríggj kann raka Noreg, sigur norski forsætisráðharri, Jonas Gahr Støre, við blaðið Dagens næringsliv
Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, leggur ikki fingrarnar millum. Norðmenn mugu fyrireika seg uppá, at Russland kann leypa á Noreg
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.05.2025 - 08:25

Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre heitir á norðmenn um at fyrireika seg til kríggj. 

Tað skrivar norska blaðið Dagens næringsliv.

Hann vísur serliga á eitt óútrokniligt Russland, sum orsøk.

- Vit mugu aftur fyrireika okkum til, at kríggj kann raka Noreg, sigur Støre við blaðið.

 

Russland er vandamikið og óforútsigiligt

Fráboðanin kemur í sambandi við, at stjórnin leggur fram fyrstu nationalu trygdarstrategi fyri Noreg fyrrapartin í dag.

- Vit mugu liva við einum vandamiklari og óforútsigiligari Russlandi, sum granna. Og við hesum granna og við tí, sum hendir í Evropa, mugu vit vera fyrireikað uppá, at vit eisini kunnu verða rakt, sigur Støre.

- Tað er ikki nakað, sum vit síggja sum sannlíkt ella nakað, sum er við at henda; men at taka ábyrgd av frælsi og sjálvstøðu snýr seg um, at vit mugu vera fyrireikað, leggur hann afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337