Ein pumpa gekk fyri og tí rann brúnt vatn á sjógv

Ein pumpa gekk fyri og tí rann brúnt vatn á sjógv
Sjógvurin uttanfyri nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrosti norðuri á Strond, fekk ein heilt skeivan lit í dag, tá brúnt vatn rann á sjógv. Tað var tó ikki vandamikið
Sjógvurin norðuri við Strond hevði ein annan lit enn hann eigur seinnapartin.
 
08.05.2025 - 19:25

Tað var ein pumpa, sum gekk fyri seinnapartin, sum var orsøkin til, at sjógvurin uttanfyri risastóru smoltstøðina norðuri á Strond gjørdist brúnur.

Og tá ein nýggj pumpa, sum skuldi loysa trupulleikan, varð sett til, tá riggaði hon heldur ikki.

- Hetta eigur ikki at koma fyriog tí vera vit noydd til at tryggja okkum betur, sigur Rógvi Jacoben, leiðari á smoltstøðini.

Leiðarin á smoltstøðini sigur tó, at eingin biovøkstur ella nakað annað dálkandi er komið út, tí tað er reinsað.

Rógvi Jacobsen væntar at trupulleikin við pumpuni verður loystur í morgin.

Lurta eftir øllum innslagnum, sum var í tíðindinum klokkan 18.

1742473

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Við Tórði á túri undir Brúnni í Havn
207003
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941