MobilePay seinkað

MobilePay seinkað
Tað hevur tikið longri tíð at tillaga MobilePay-skipanina til føroysk viðurskifti, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, stjóri í Føroya Banka
 
07.05.2025 - 09:17

MobilePay verður eitt sindur seinkað í Føroyum.

Fyrr í ár vóru boðini, at skipanin skuldi vera klár til privatar brúkarar í apríl, men apríl er nú farin aftur um og enn er skipanin ikki tøk. 

Orsøkin er, at tað hevur tikið longri tíð at tillaga skipanina til føroysk viðurskifti. 

Tað sigur Turið Finnbogadóttir Arge, stjóri í Føroya Banka, sum er tann av føroysku peningastovnsstjórunum, sum hevur úttalað seg um nýggju gjaldsskipanina á føroyska marknaðinum.

1741946

 

Um MobilePay
MobilePay er ein donsk app, sum kann brúkast til gjalding við gjaldskortum umvegis snildfonina.
Appin bleiv útgivin 7. mai 2013, og er ment av Danske Bank.
Í 2022 bleiv MobilePay lagt saman við norska Vipps. Síðani tá hevur felagið itið Vipps MobilePay,
Í Danmark bleiv MobilePay útbreitt í samstarvi við so at siga allar bankarnar í Danmark.
Umframt í Danmark, har tað er yvir fýra milliónir brúkarar, so verður MobilePay eisini brúkt í Grønlandi og í Finnlandi, har tað eru yvir tveir milliónir brúkarar, men enn ikki í Føroyum. 
MobilePay kann brúkast í vanligum handlum, á nethandlum, til at gjalda hald og rokningar við, og til at flyta pengar til onnur, ið hava appina. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. juni
3-2
193608
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 10 mf
193604
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf Gentur 17-18 ár
193603
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 6 mf Kvinnur
193602
Sunnudag 22. juni
Jóanssøka: 5 mf gentur 14-16 ár
193601